Sonn matgleði
Gutti Winther og sonn matgleði ganga hond í hond. Gutti er forvitin og leitar altíð eftir smakkum og nýggjum háttum at seta smakkir saman. Hjá honum eru tað føroysku rávørurnar, ið eru berandi.
Gutti hevur ferðast við føroyskum fiski til Ruslands, Amerika og Spania, tí altíð eru tað matgleðin og forvitnið, ið dríva verkið. Úrslitið er eitt forkunnugt og leskiligt bland av smakkum, ið kitla góman.